Navn: Eydna
Skrásetingar nr.: FR84106
Folað: 1984
Kyn: Ryssa
Litur: Svørtbrún
- Hevur litgenini Ee aa toto --
Stongmát: uml. 124cm
Sinnalag: Sera rólig, og løtt at hava við at gera
Eigari: Aksel Bøgarð - Kaldbak
Fortíð: Í ár 1995 átti Beinta Hansen úr Søldarfjørður hana. Um hon er seld til nakran annan, áðrenn Aksel keypti hana, vita vit ikki. Summarið 2007 fekk Anna Louisa hana suður, so hon kundi standa saman við greðingi. Fyrst stóðu hon og Tóki í Kirkjubø. Um veturin stóð hon so í fjósinum hjá Elin saman við hinum ryssunum og hestunum, sum Anna Louisa hevði. Og síðani, í juni 2008, fóru hon og Tambar til Kirkjubøar til standa.
15. september vórðu hon og Tambar skild og Eydna fór at standa saman við hinum rossunum hjá Onnu Louisu.
17. juni 2009 vórðu Eydna og fyl hennara Freia2 flutt aftur til eigarnar.
Avkom:
Brestir - FR89101
Sylvi - FR92101
Freia 2 - FR09106