Navn: Líggjas
Skrásetingar nr.: FR07105
Folaður: Mitt í juni 2007
Kyn: Greðingur
Litur: Dimmbrúnur
- Hevur litgenini E- Ata toto
Stongmát: 122cm í des. 09 (ikki fullvaksin enn)
Sinnalag: Sera spakur, róligur og góður at fáast við.
Hevur verið sera lærinemmur sum ungur.
Nú tá hann er eldri (vaksin greðingur), prøvar hann eitt sindur meira grensur av. Tá tú skalt bera fóður á beitinum, er hann rættiliga herskutur og trokar.
Men minus fóðringina, er hann so gott sum altíð sera lættur at fáast við.
Tá hann sær fremmand ross, kann hann blíva eitt sindur spentur og er mest við uppá at fara tann vegin, sum tey eru, men tað ber væl til at halda honum og hann flippar ikki út.
Tað hevur eisini gingið gott at tilríða hann, men í seinastuni er hann onkuntíð blivin eitt sindur for spentur, tá tað skuldi tvísporast og fór at gumpa. Men í fet og trav er ongin trupuleiki.
Hevur ofta verið leiddur og onkuntíð riði saman við ryssum og tað gekk gott.
Eigari: Jenus í Trøðini - Signabøur
Fortíð: Líggjas er folaður í Vági hjá Josef Midjord.
Av tí at Josef eigur mammu Líggjas, bar tað ikki so væl til, at hann bleiv við at vera har. So tann 10. mai 2009 varð hann koyrdur norð til Hvannasund.
Uml. 2015 keypti núverandi eigarin hann.
Avkom:
?
? - FR15101
Erra - FR16102