Navn: Múli 2
Skrásetingar nr.: FR10101
Folaður: 24. apríl 2010
Deyður: 8. januar 2014
Kyn: Greðingur
Litur: Brúnur
- Hevur litgenini E- Aa toto
Stongmát: ?
Sinnalag: Eitt sindur varin, men annars fittur og forvitin.
Fortíð: Hann varð folaður í Djúpadali hjá Tórstein Holm.
Uml. heystið 2013 varð hann seldur til Onnu Djurhuus í Tórshavn.
19. des. 2014 varnaðust tey, at eitthvørt var áfatt við Múla, tí hann stóð ótryggur á bakbeinunum. Hann varð fluttur til eitt fjós, har djóralækni ikki kundi staðfesta nakað brot ella tekin til snuddir og tí vónaðu tey, at hann fór at batna.
So varð tíverri ikki, og aftan á eina viku legði Múli seg niður og megnaði ikki at reisa seg aftur.
Hóast hann át og drakk og fekk ymiska viðgerð frá djóralæknanum, bara versnaði støðan, so hann at enda als ikki fekk brúkt bakbeinini.
Tí varð tann tunga avgerðin tikin í samráð við djóralækna um at avlíva hann.
Avkom:
Eingin