Navn: Ronja
Skrásetingar nr.: FR89102
Folað: 1989
Deyð: Desember 2004
Kyn: Ryssa
Litur: Reyð við flaxen
- Hevði lit-genini ee -a ff
Stongmát: uml. 120cm
Sinnalag: Sera fitt og blíð. Tó, um ringa lagið var á henni, so var hon tvør og tú fekk hana ongan veg. Men tá lagið var gott var hon eitt avbera gott ríðingarross.
Sera rólig og nem at fáast við.
Fortíð: Tá Ronja varð fyl fekk Eli Davidsen hana frá royndarstøðini.
Í 1998 gav hann bróðurdóttir sínari, Harriet Davidsen, hana í jólagávu.
Í 2001 varð hon so seld til Skálavík til Torvaldur H. Olsen.
Síðani keypti Joan Hansen úr Kollafjørði hana.
Uml. oktober 2004 varð hon so aftur seld, hesuferð til Terju Jensen í Vágum.
Bert nakrir mánaðir aftaná fekk hon tíverri kolik. Tey royndu at gera alt fyri at bjarga henni í 2 dagar, men einki hjálpti, og djóralæknin segði at enda, at hon mátti avlívast.
Avkom:
Gongurólvur2 - FR96101