Navn: Tóki
Skrásetingar nr.: FR94101
Folaður: 17. mai 1994
Kyn: Greðingur
Litur: Svartur
- Hevur litgenini E- aa toto --
Stongmát: 119cm uttan skógvar
Sinnalag: Hevur verið rættiliga styggur og var oftani ringur at fáa fatur á fyrr.
Nú er hann blivin nógv spakari. Kann enn ganga eitt sindur undan á stykkinum, serliga um tað eru fremmand fólk, men um tú dugir mátan við honum, er ongin trupuleiki. Tá tú hevur fingið fatur á honum, stendur hann stillur, er lættur at fáast við, at leiða o.s.v.
Er rættiliga følsamur, so har skal farast róligt um hann, og tú mást ikki verða nervøsur, so verður hann bangin.
Hann er ongantíð blivin tilríðin, men riggar tó væl at fara ríðitúr saman við øðrum rossum. Er ótrúðliga sikkur á beinunum í haganum, og ger ongantíð nakað bítt so sum at gumpa o.s.v.
Hann skilur ikki 100% boðini frá teymum o.s.v. enn, men tað verður betur og betur við tíðini.
Eigari: Rakul Roarsdóttir Ellendersen - lesur og er stødd í Danmark
Fortíð: Tóki varð folaður í Havnadali hjá Elin í Jákupstovu.
Síðani varð hann seldur til núvernadi eigara.
Hann hevur fyri tað mesta gingið í haganum, saman við øðrum føroyskum greðingum.
Men í byrjani av 2006 vórðu allir hinir greðingarnir bara knappliga vekk, og tí varð hann settur inn á royndarstøðina, fyri at hann ikki eisini skuldi hvørva.
18. oktobur 2006 heintaði Anna Louisa hann.
Summarið 2008 fór hann norð til Hvannasund at standa saman við ryssuni Blanku. Seinni vórðu tey bæði koyrd til Havnar, tí Tóki skuldi til fleiri ryssur.
Síðani fór Tóki til Sands, har hann stóð í haganum hjá Ottari, saman við fleiri øðrum føroyskum greðingum.
Mai 2009 fór hann til suðuroynna har hann skuldi standa saman við ryssum.
Sep. 2010 fór hann norðaftur til Hvannasund at standa.
Seinni fór hann suður til Onnu Louisu at standa. Tóki tapti seg nógv - helst tí hann hevði mist fleiri jakslar. Roynt var at fita hann uppá ymiskan hátt, men tað hjálpti ikki. Tískil varð hann avlívaður.
Avkom:
Grani 3 - FR98101
Døgg - FR98102
Marmarankur - FR00103
Borr - FR09105
Embla 2 - FR10102
Heiða - FR14104