Hetta er ein heimasíða um føroysk ross.
Føroyar hevur enn sítt egna rossaslag. Føroyska rossaslagið, sum hevur verið í Føroyum óblandað í eini 1000 ár, mundi útdoyð.
Nú eru íalt 90 livandi rein føroysk ross. Helst skal talið upp á eini 200 aliross, áðrenn tey eru rímiliga trygg ikki at doyggja út.
Juni mánaður hevur verið avberða góður. 6 ryssur hava folað, og øll fylini eru vælskapt.
Disan folaði eitt svartbrúnt ryssufyl, ið er undan Borr - fylið eitur Álva. Mira folaði eitt svartflekkut hestfyl, ið er undan Grana og hevur fingið navnið Hersi. Lítla folaði eitt reytt ryssufyl, ið er undan Reyða. Luna folaði eitt reytt hestfyl, og Chanel eitt reytt ryssufyl - bæði fylini eru undan Sommer. Gilja folaði eitt brúnt hestfyl við stjørnu, sum er undan Gráfaksa.
Nú mangla bert 3 ryssur at fola. Hesar eru Logn, Disa og Embla.
Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai komu tvey tey fyrstu fylini í ár.
Teiga folaði eitt svartbrúnt hestfyl, sum er undan Prins og hevur fingið navnið Hoyðrik, og Lý folaði eitt brúnt/dimmbrúnt ryssufyl, sum er undan Líggjas og hevur fingið navnið Erra.
Trýst her fyri at síggja eitt innslag frá, tá Erra varð folað.
7-9 aðrar ryssur væntast at fola í summar. Hesar eru Lítla, sum var hjá Reyða, Luna og Chanel, sum vóru hjá Sommer, Logn, sum var hjá Njørður, Disan, sum var hjá Borr, Mira, sum var hjá Grana og Gilja, sum var hjá Gráfaksa. Hesar eru allar kannaðar fyri kvið. Disa og Embla vóru somuleiðis hjá Stormi, so tær skulu helst eisini fola.
Um alt gongur, sum tað skal, fer rossatalið helst uppum 80 ross í ár.
Nú er stovnurin aftur vorðin 3 fyl ríkari.
Fylið hjá Bestlu gjørdist eitt brúnt hestfyl, sum hevur fingið navnið Froyur.
Snarka, sum í løtuni er stødd í Gøtu, folaði eitt grátt (svartbrúnt) ryssufyl.
Disa í Sandvík folaði somuleiðis eitt ryssufyl.
Gilja, Ódn og Lítla mangla enn at fola, so tað verða 8 fyl tilsamans í ár.
20. mai folaði Disan sítt fyrsta fyl. Tað varð eitt grátt hestfyl og hevur fingið navnið Sleipnir. Disan og fylið ganga omanfyri Velbastað, og Disan hevur klára seg sera væl og dugir væl at ansa eftir fylinum í flokkinum. Pápin til fylið er Borr.
Í gjár folaði næsta ryssan, Flykra, sum er stødd í Sandavági. Hennara fyl eitur Jallur og er brúnflekkut. Rani er pápi at hesum fylinum.
Tað eru fýra aðrar ryssur, sum eru kannaðar til at vera kviðnar og fara at fola í summar: Gilja, sum stóð saman við Braga, Lítla, sum var hjá Reyða, Ódn, sum var hjá Hugin, og Bestla, sum stóð saman við Grana4.
Snarka, sum stóð saman við Prins, Sommer og Lobo, og Disa3, sum stóð saman við Stormi, eru møguliga eisini kviðnar, men tær eru ikki kannaðar enn.
FFR er biði um at hjálpa til at selja Tambar fyri Hjalta í Jákupstovu.
Tú kanst síggja myndir og fáa upplýsingar við at hyggja inná her.
Eitt boð er komi á 5000,-kr.
Um tú hevur áhuga ella kennur onkran, sum hevur áhuga, ert tú vælkomin at skriva til rossavinir@gmail.com ella ringja á tlf 504137.
Dagføring 04-2013: Tambar er seldur!
Mikudagin 19. desember 2012 kl 13 verður skeið í EVA aliprogramminum.
Skeiðshaldarar: Peer Berg og Anne Præbel, seniorgranskarar hjá NordGen
1. Frágreiðing um EVA.
2. Aftaná er høvi hjá luttakarunum at fáa vegleiðing ein og ein. Havi farteldu við.
Skeiðið er ókeypis, og Búnaðarstovan bjóðar kaffimunn.
Vónandi møta vit talsterk. Tað er gott, at so nógv sum gjørligt seta seg inn í hetta programmið.
Vh Felagið Føroysk Ross
Felagið Føroysk Ross hevur í bløðunum tann 28-9-2012 lýst til aðalfund.
Fundurin verður hildin á Landsbókasavninum tann 28-10-2012 frá kl 14 til 17.
Skráðin verður sambart viðtøkum felagsins.
FFR hevur ikki koyrt heilt eftir reglunum í seinastuni og eitt nú hevur ongin tikið stig til at kalla inn til aðalfundar og krøv um limagjøld eru ikki send út.
Gjørt verður vart við, at sambart reglum felagsins, missa limir, ið ikki hava goldið limagjald í 2 ár, limaskapin.
Í hesum sambandi, verður heitt á gomlu limirnar um at endurnýggja limaskapin, við at inngjalda limagjaldið á 150.- kr fyri húskið, á konto 6460-4739045 í Bank Nordik.
Fólk, sum ikki áður hava verið limir, kunnu melda seg inn við at inngjalda sum áður nevnt.
Tað er neyðugt við einum aðalfundi nú, fyri at felagið kann fáa sína heimild aftur og virka sambart viðtøkum felagsins.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.
Síðsta hósdag stóð knappliga eitt ryssufyl á beitinum hjá Miru. Hetta kom púra óvart á øll - ongin hevði væntað, at hon var kviðin.
Mira er bara 3 ár og gekk síðsta ár saman við trimum unggreðingum, sum vóru 2 og 1 ára gamlir.
Tað má takast blóðroynd fyri at staðfesta hvør av teimum eigur fylið.
Mira stóð í Kollafjørði, tá hon folaði, men hon og fylið eru nú flutt heim til eigarin í Tórshavn.
Disa hevur folað
Disa í Sandvík hevur folað eitt hestfyl, sum hevur fingið navnið Askur. Grani4 er pápi at hesum fylinum.
Sára skal fola skjótt
Ryssan Sára er flogin av Dímun og stendur nú í Tórshavn. Djóralæknin hevur kannað hana og tað vísur seg, at hon er blivin kviðin av Kletti síðsta ár, áðrenn hann doyði.
Sára er ógvuliga hovin um júrini/búkin og tað sær ikki so gott út. Tað verður hildið gott eyga við henni - vónandi fara hon og fylið at klára folingina.
Philip er deyður
Somuleiðis hava vit tey tungu boðini, at Philip er deyður. Hann hevði barst við hinar greðingarnir, sum Josef eisini eigur og var dottin av einum bakka og meiðsla seg so illa, at hann mátti avlívast.
Philip bleiv 7 ár og hevði onki avkom fingið enn.
Náttina til 11. mai folaði Flykra. Fylið varð funnið deytt á bønum. Tað er ikki heilt vist, hví fylið ikki yvirlivdi. Ryssan stóð á einum slættum beiti við skjól. Ein lítil partur av bønum var eitt lítið sindur vátari og ryssan hevði tíverri valt sær at fola akkurát har. Men tað sá ikki út til, at fylið nakrantíð hevði reist seg og tískil heldur ikki fingið rámjólkina. Kanska var fylið ikki heilt fríkst, tá tað varð folað.
Tað var eitt flekkut hestfyl, líktist nógv fyrra fylinum hjá Flykru við eitt sindur minni hvítum.
27. mai folaði Lítla eitt reytt ryssufyl. Fylið vildi ikki súgva í byrjani, men tað eydnaðist tíbetur at hjálpa hesum fylinum og tey fingu tað til at súgva. Nú er fylið væl fyri og rennur kátt á beitinum.
Myndir av fylinum hjá Lítlu kunnu síggjast her!
Vit hava júst fingið tey syrguligu boðini, at eigarin fann Klett deyðan á bønum í gjár.
Seinast djóralæknin var á Dímun, segði hann, at Klettur hevði eina avorliga stoffskiftissjúku av yvirvekt og helst ikki fór at liva longi afturat. Tað sær út til at hetta er orsøkin til deyða Kletts.
Klettur bleiv 17 ár. Hann fekk tilsamans 5 avkom, herav eru 2 livandi(Fenja og Glóði). Somuleiðis hevur hann 3 "abbabørn"(Flykra, Gráfaksi2 og Líggjas) og eitt "langabbabarn"(Njørður).
Ryssurnar Álvan, Gilja og Chanel eru kannaðar. Tíverri var ongin teirra kviðin.
Eftirsum djóralæknarnir ikki fingu stuðil til koyring út á bygd, er tað ov dýrt at kannað tær ryssurnar. Vit hava tó tosa við fólk og mett verður at Disa, Skakka, Lítla og Flykra helst eru kviðnar. So nú er ikki nógv annað at gera enn at bíða og vita um fylini koma.
Alingin hevur gingið heldur striltið í ár. 7 ryssur vóru kannaðar at vera kviðnar, 6 av teimum hava folað og herav doyðu 4 fyl stutt eftir folingina. T.v.s. at bert 2 fyl (Logn og Njørður) eru komin undan í ár.
Tann seinasta ryssan, Gilja, hevur ikki folað enn. Hon bleiv skild frá greðinginum í sep. (2010) og tí má hon antin hava mist fylið ella hevur djóralæknin tikið feil, tá hon varð kannað í nov. (2010).
Tó kann tað vera, at Gilja fer at fáa eitt vetrarfyl, tí hon hevur stóran búk og hestfylið, Neisti, breyt inn til hennara fleiri ferðir síðsta vetur.
Vit hava eisini tey góðu tíðindini, at ryssan, Hulda2, er rein føroysk.
Ongin visti, hvør pápi hennara var og hetta hava vit tolka sum, at hon var blanda.
Tó lærdu vit annað eftir at hava tosa við Jón í Bø, (sum átti mammu Huldu2, tá hon bleiv kviðin). Hann segði frá, at pápin var reinur føroyskur og tað var ongin ivi, tí har sloppu ikki aðrir greðingar at ganga.
Vit vita enn ikki hvør pápi Huldu2 er, men nógv bendir á, at tað kundi verið Gongurólvur1. DNA-royndir vísa eisini, at hann er ein møguligur pápi. Tó ivast vit í, um hann var geldur, tá mamma Huldu2 varð kviðin og somuleiðis eru nakrir aðrir greðingar, sum ikki eru útilukkaðir sum pápar enn (tað skal kannast nærri).
Um nakar veit nakað um hetta, eru tey sera vælkomin at siga frá.
Hulda2 fekk í 2010 eitt ryssufyl saman við Braga2. Sostatt hava vit nú fingið 2 ryssur afturat rossastovninum.
DNA-roynd av Emblu2, (sum vit ikki vistu, hvør var pápi hjá), er somuleiðis blivin kannað og tað vísti, at Tóki er pápi hennara.
Nú er seinasta ryssan, Sára, kannað, og hon er kviðin. Sára gongur úti á Stóru Dímun saman við greðinginum Kletti.
Seinasta summar folaði Sára ikki fyrrenn 9. august, so hon kann í fyrsta lagi fola í juli í summar.
Vit kunnu eisini nevna, at hestfylið, sum hon folaði síðsta summar, varð flogið avstað sama dag, sum Sára bleiv kannað. Tað gekk gott og nú stendur tað í vakstrarhúsinum við Kirkjubø, saman við tveimum øðrum hestfylum.
Nú tá Sára er kannað, vita vit, at tað tilsamans fara at koma 6 føroysk fyl í summar.
Síðst í apríl mánaða koma Glenn rossatannlæknin og Jórun aftur til Føroyar.
Tá tey vóru her síðst í oktober, vóru tey og hugtu/ornaðu tennirnar hjá fleiri av teimum føroysku rossunum. Vit vilja veruliga tilmæla hetta til onnur, tí arbeiði verður gjørt sera gott og munandi betur enn um tennirnar t.d. bert verða fílaðar við einari rasp.
Um áhugi er fyri tí, kann Jórun eisini geva akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross, ið eru stív o.s.v.
Glenn verður í Føroyum í viku 15 - beint áðrenn páskaferðina, og Jórun verður eitt sindur longur.
Áhugaði kunnu tegna seg á t-post: joso@paradis.dk
Meldi til í góðari tíð, so tey fáa gjørt eina arbeiðsætlan, ið er so effektiv sum møguligt.
Fyri trimum døgum síðani frættu vit, at Álvan hevði mist sítt fyl. Eigarnir, sum ta seinastu tíðina hava havt Álvuna inni, funnu hendan dagin eitt deytt fyl, sum lá hjá henni. Hetta vóru eini sera syrgilig tíðindi at fáa. Tað var eitt hestfyl.
Fylið kom í øllum føri 1 mánaða ov tíðliga. Greðingurin Bragi var ikki settur saman við Álvuni fyrrenn 17. mai, so hon átti í fyrsta lagi at fola einaferð síðst apríl/fyrst í mai, sum hon varð kviðin á fyrsta riði.
Djóralæknin hevur kannað tríggjar aðrar ryssur: Eydna í Kaldbak, Døgg á Signabø og Brynja í Havnadali.
Tíverri var bert tann eina av teimum kviðin, Døgg.
Døgg stóð saman við greðinginum Rólvi3 frá 8. juni til fyrst í sep., so hon kann folað frá 8. mai til fyrst í august.
Higartil vita vit, at 5 ryssur eru kviðnar, 3 eru ikki og 2 mangla enn at verða kannaðar.
Nú eru fýra aðrar ryssur kannaðar. Hesar eru: Flykra og Lítla, sum standa í norðoyggjum, og Skakka og Disa, sum eru á suðuroynni. Tríggjar av teimum eru kviðnar, tað var bert Disa, sum ikki er kviðin.
Tú kanst lesa meira inni á síðuni 'Aling', hvørjum greðingi tær stóðu saman við o.s.v.
Higartil síggja úrslitini gott út: 4 útav 5 kannaðum ryssum eru kviðnar, og tað eru enn 5 ryssur eftir at kannað, sum eisini hava møguleika at vera kviðnar.
Nú er fari undir at kannað ryssurnar, sum stóðu hjá greðingi í summar. Tann fyrsta varð Gilja, ein av ryssunum, sum Jóanis Nielsen eigur. Djóralæknin var og kannaði hana í gjár, og hon er kviðin. Hon hevur staði saman við greðinginum Líggjas norðuri í Hvannasundi.
Gilja fer at fola einaferð ímillum hálvan mai og august 2011.
10 ryssur hava staðið saman við greðingi í summar, so enn mangla 9 ryssur at kannast. Vónandi eru fleiri av teimum kviðnar.
Leygardagin 28. august var Maria Joensen í kappríðing á føroyska rossi sínum, Marmarankur. Hetta gekk bara væl, og hann gjørdist nummar trý út av 6 í bólkinum, kappríðing 2.flokkur. Á myndini sæst Marmarankur, sum rennur móti ryssuni, Maju. Myndin er tikin av Brandur Í Dali (trýst á myndina, fyri at síggja hana í einari størri útgávu).
Í gjár folaði ryssan Sára. Hon heldur til úti á Stóru Dímun saman við greðinginum Klettur, sum eisini er pápi at hesum fylinum. Hetta bleiv eitt reytt hestfyl, og er seinasta fylið fyri hetta summarið.
Tú kanst fáa upplýsingar um fylið við at trýsta her.
Hey tit!
Nú er aftur møguleiki at fáa Glen at orna tenninar á rossunum. Glen og Jórun vera í Føroyum frá 18. oktober og uml. 2 vikur framm.
Jórun gevur eisini fegin rossunum akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross ið eru stív, hava trupulleikar við at “snubla”, ella møguliga hava halta leingi, og tú ikki finnur útav hví.
Glen og Jórun vóru í Føroyum í maj mánað, og var tað sera stór undirtøka fyri tannrøktini.
So um tit ynskja at fáa tenninar á rossunum ornaðar av professionellum útlærdum fólki, so er kjansurin her!
Meldi til í góðari tíð, so tey fáa gjørt eina arbeiðsætlan, ið er so effektiv sum møguligt.
Meldast skal til á - joso@paradis.dk
Tit kunnu síggja meira um Glen og hansara arbeiðið og útbúgving á www.hestetandplejer.dk
Vinarliga
Heidi og Jórun
Nú hevur enn ein ryssa folað. Tað er Disa, sum gongur í Sandvík. Hetta bleiv eitt svartbrúnt ryssufyl.
Vit hava tíverri ongan myndir av fylinum enn.
Hin ryssan hjá Josef, Libby, hevur nú eisini folað. Tað bleiv eitt reytt hestfyl. Ljósi er eisini pápi at hesum fylinum.
Tú kanst lesa meira um fylið við at trýsta á her.
Nú hevur næsta ryssan folað. Tað er Snakra, sum Josef Midjord eigur. Hetta bleiv eisini eitt brúnt hestfyl. Ljósi er pápi at fylinum.
Tú kanst fáa upplýsingar um fylið við at trýsta her.
Hey rossafólk!
Mánakvøldið 17. mai verður spennandi fyrilestur í MBM um fóður og tannrøkt hjá rossum (um nóg stór undirtøka er fyri tí). Eisini verður greitt eitt sindur frá meilum og hvørja ávirkan tær hava!
18., 19. og 20. mai verður so høvi at fáa tannlæknan út at hyggja eftir egnum rossum. Tað er best at samla sum mest ross saman, fyri at flest ross blíva viðgjørt, við hesum spara vit nógva tíð við koyring :)
Tað kostar onki at fáa hann at eftirhyggja tenninar, men um nakað er at gera, so sum at raspa ella trekkja út, so kemur tað at kosta uml. 800 kr + doyving.
Tú kanst lesa um tannlæknan á hesari heimasíðuni: www.hestetandplejer.dk
Um hetta hevur tín áhuga, so kann tú siga frá á heidihilmars@gmail.com ella sms á tlf.: 595953
Vinarliga
Jórun S. Olsen og Heidi H. Samuelsen
Fyri 3 døgum síðani folaði ryssan í Djúpadali, Álvan2. Tað bleiv eitt brúnt hestfyl. Rólvur3 er pápi at fylinum.
Tú kanst lesa meira um fylið og síggja myndir við at trýsta á her.
Ryssan Eydna, sum stendur í Kaldbak, er nú kannað - hon var tíverri ikki kviðin.
Eisini hevur djóralæknin verið í Vágum, har hann kannaði Lyngheiðu og Huldu (vit bíða enn eftir svar, at vita um hon er rein føroysk). Lyngheiða var ikki kviðin, men Hulda var.
Tað var meiningin, at djóralæknin eisini skuldi kannað hinar ryssurnar hjá Jóanis, Gilju og Flykru, men veðrið var so vánaligt, og ryssurnar vildu ikki ordiliga lata seg fanga, so tey valdu at bíða við hesum til ein annan dag.
Men djóralæknin fer óiva skjótt aftur til Vágarnir - tær mugu kannast, so vit vita, um tær kunnu fara til greðing ella ikki.
Djóralæknin var í dag og kannaði ryssuna Álvuna, sum stendur á Sandoynni í Djúpadali. Hon er eisini kviðin og kann fola uml. frá hálvan apríl.
So higartil eru 5 útav 7 ryssum kviðnar og 4 aðrar ryssur mangla enn at
kannast.
Nú er enn ein ryssa blivin kannað. Tað er Blanka hjá Elin í Jákupsstovu. Hon var tíverri heldur ikki kviðin í ár. Hettar er 7 árið á ræð, sum Blanka hevur verið hjá greðingi uttan at blíva kviðin. So tað sær tíverri ikki út til, at tað fara at koma fleiri fyl undan hesari deiligu ryssuni.
Hetta vikuskiftið hava vit eisini verið á suðuroynni har vit m. a. vóru og hugtu eftir Disu. Djóralæknin hevur ikki kannað hana, men tað sær út til at hon hevur ein stóran fylbúk og fer óiva at fola tíðliga.
Eisini hava vit hoyrt at ryssan Sára er kviðin. Vit ganga bara út frá, at djóralæknin hevur verið og kannað hana eisini. Um hon er kviðin, so ferð hon at fola í juli ella seinni (tí hon folaði ikki fyrrenn í august síðsta summar).
Í gjár var djóralæknin og kannaði ryssurnar Snarku, Libby og Lunu, sum allar standa í Vági hjá Josef saman við greðinginum Ljósa.
Snarka og Libby vóru kviðnar, men Luna var tíverri ikki.
Vanta verður, at Snarka folar uml. síðst í apríl og Libby um hálvan mai.
Síðsta ár bleiv ryssan Sára flogin við tyrlu út til Dímunar at standa saman við greðinginum Klettur. Nógv av tykkum fylgdu óiva hesa hending í dokumentarsendingini hjá Søren Ryge.
Nú, árið eftir hevur alt arbeiðið við at fáa hana har út, givið úrslit, tí í morgun folaði Sára eitt flekkut ryssufyl. Folingin gekk væl, og ryssan kláraði alt sjálv. Nú ganga øll trý rossini á Dímun og njóta lívið.
Týsdagin, Ólavssøku dag var Maria Joensen aftur við í kappríðing á føroyska rossið sínum, Marmarankur. Hesuferð luttóku tey í bólkinum "tvíspor 2. flokkur" og hetta eydnaðist sera væl.
Vinnarin gjørdist Stjarni við tíðini 35,8 sekund og 2. plássið fór til Marmarank, sum hevði tíðina 37,2 sekund.
Tíðirnar í bólkinum vóru hesar:
19. juli folaði Skakka eitt reytt hestfyl. Tey standa í Trongisvági hjá eigaranum Hallur í Heiðunum.
Folingin gekk tíverri ikki heilt sum hon skuldi. Eftirburðurin kom ikki av sær sjálvum og mátti verða tikin út við hond. Men tað letur til at bæði ryssan og fylið hava tað gott nú.
Grani4 er pápi at fylinum. Hetta er hansara fyrsta fyl.
Nú er rossatali eisini komi uppá 52 - tað hægsta tað hevur verið síðani varveitingararbeiði byrjaði.
Í gjár folaði Brynja. Tað bleiv eitt svartbrúnt hestfyl. Tóki er pápi at fylinum. Tey standa úti á trøðni hjá Elin í Jákupstovu.
Tú kanst lesa meira um fylið her.
So hevur Døgg eisini folað. Tað bleiv eitt svartbrúnt hestfyl. Ljósi er eisini pápi at hesum fylinum.
Tú kanst lesa meira um fylið her.
Fyri tveimum døgum síðani, tann 26. juni, folaði Gilja eitt reytt ryssufyl við stjørnu. Ljósi er pápi at fylinum.
Um tú vilt lesa meira um fylið kanst tú trýsta her.
Nú hevur ryssan Eydna folað. Tað bleiv eitt reytt ryssufyl. Hon og fylið standa tætt við Havnadal á trøðni hjá Elin í Jákupstovu. Tambar er pápi at fylinum.
Um tú vilt lesa meira um fylið kanst tú trýsta her.
Vit hava frætt at Álvan hevur folað eitt brún ryssufyl. Rólvur er aftur pápi at hennara fylið í ár.
Fyri at fáa meira at vita um fylið kanst tú trýsta her.
Nú hevur hin ryssan hjá Josef, Snarka, eisini folað. Hetta bleiv eitt svartflekkut hestfyl. Bello er eisini pápi at hesum fylinum.
Tú kanst les meira og síggja fleiri myndir her.
Vit hava frætt at Víkingur er dottin oman. Fyrst fóru tvey fyl hjá honum fyri bakka, og nú fór hann eisini sjálvur.
Eigarnir hava flutt Disu og Hugin, so nú standa tey ikki í brattlendinum longur.
Vit halda ikki, at nøkur onnur føroysk ross ganga í brattlendi, men vit vilja kortini ráða øllum eigarum frá at lata rossini ganga har, tað er møguleiki fyri, at tey kunnu detta oman - tað eru alt ov nógv ross, ið eru farin á henda hátt. Og tá rossastovnurin er so lítil, hevur hvørt einasta ross alstóran týdning, um stovnurin skal hava nakran møguleika at yvirliva.
Tú kanst trýsta her fyri at fáa fleiri upplýsingar um Víking.
Sum tit óiva hava sæð, so hevur onkur skriva í gestabókina hjá okkum, at Hersi er deyður. Vit ringdu til tey sum høvdu Hersa, og tey váttaðu tað. Hann datt oman heystið 2008.
Hersi var ein góður greðingur. Í sínum ungu døgum varð hann við á rossasýning fleiri ferðir og fekk altíð góð úrslit. Hann varð eisini nógv nýttur til aling og fekk 16 fyl tilsamans. So hann hevur eisini gjørt sítt fyri at varðveita tey føroysku rossini.
Um tú vilt vita meira um Hersa kanst tú trýsta her.
13. apríl folaði Libby sítt fyrsta fyl og tað er eisini tað fyrsta føroyska fylið, sum er folað í ár. Tað bleiv eitt vakurt brúntflekkut ryssufyl. Bello er pápi at fylinum. Tú kanst lesa meira um fylið og síggja fleiri myndir við at trýsta her.
Nú eru tær seinastu ryssurnar, Blanka og Brynja, kannaðar av djóralæknanum. Brynja er kviðin, men Blanka er tíverri ikki. Tær gingu báðar saman við greðinginum Tóka. Brynja kann fola frá juli til august 2009.
Tað endaliga úrslitið er, at 11 ryssur út av 14 eru kviðnar.
Tað hægsta talið av fylum, ið eru folað um árið síðani í 1960'unum, er 6 fyl. So hetta eru vit sjálvandi sera fegin um.
So hava vit frætt um ryssurnar í Suðuroy, Snarku, Libby og Skakku. Djóralæknin hevur kannað tær og allar eru kviðnar. Skakka stóð saman við Grana4, og kann fola frá mai til august.
Snarka og Libby stóðu saman við Bello. Tey vóru saman frá 2007 og til august 2008. So tær kunnu so at siga fola frá nú og til juli, men fylini munnu ikki fara at koma áðrenn uml. apríl í fyrsta lagi.
Nú eru 4 ryssur afturat kannaðar av djóralæknanum. Tað eru Gilja, Lyngheiða, Lítla og Døgg. Allar vóru kviðnar uttan Lyngheiða.
Gilja og Døgg stóðu báðar saman við Ljósa. Døgg kann fola frá mai til juli og Gilja frá juni til juli.
Lítla stendur saman við Bello. Vit vóru nakað sein at flyta Bello til hana, so hon folar í fyrsta lagi í juli 2009.
So hava vit eisini hoyrt frá ryssunum Disu og Lunu, sum báðar hava gingið saman við Víkingi. Disa sær kviðin út, men tað ger Luna ikki. Disa kann fola frá juni 2009.
Nú hevur djóralæknin verið úti á Stóru Dímun og kannað ryssuna Sáru, og hon er kviðin. Hon varð flogin har út síðsta summar at standa saman við greðinginum Kletti.
Seinast Sára folaði gekk tað ikki heilt, sum tað skuldi. Djóralæknin mátti koma at taka eftirburðin og hann segði, at tað var ikki vist, at hon kundi verða kviðin aftur. So vit vóru sera fegin at hoyra tíðindini um, at hon er kviðin í ár.
Tað var fyrst í juni 2008, at hon var flogin hartil, so hon kann fola frá mai 2009.
Nú er ryssan Eydna kannað av djóralæknanum, og hon er kviðin. Hon gekk saman við greðinginum Tambar, frá fyrst í juni til hálvan sep. 2008, so hon fer at fola einaferð ímillum mai og august 2009.
Eisini sær tað út til at ryssan Álvan hevur stóran búk, so vit vænta at hon er kviðin eisini. Hon gongur saman við greðinginum Rólvur3 alt árið. Síðsta ár folaði hon hálvan mai, so í ár kann hon fola frá apríl og árið út.
Tað vóru 14 ryssur, sum vóru hjá greðingi í 2008, so vit mangla enn at kannað 12. Í fjør vóru bara 3 útav 9 ryssum kviðnar, so latið okkum vóna at tað gongur betur í ár.
Í gjár var Maria Joensen á føroyska rossi sínum, Marmarankur, í Ólavsøkukappríðing. Tey luttóku í bólkinum "tvíspor ung". Rossini, í bólki teirra fingu hesar tíðirnar: Grettir 36 sekund, Brim 36,6 sekund, Fenja 36,8 sekund og Marmarankur endaði so á síðsta plássi við 37,1 sekund. Men tað var sera stutt millum rossini í hesum bólki, og tað var bert 1,1 sekund millum vinnarin og Marmarank. Marmarankur hevði eisini betur tíð enn vinnarin í "tvíspor 2. flokkur", sum hevði 37,8 sekund.
Besta tíðin í kappríðingini yvirhøvur var 35,2 sekund og hana átti Sólvindur, sum lutók í "tvíspor 1. flokkur".
Komandi vikuskifti, 26. og 27. juli, skipar Felagið Føroysk Ross fyri einum familjutiltaki. Høvuðsevnið verður tey føroysku rossini, og eisini verða føroyskar gæs, dunnur og ein kúgv at síggja. Á tiltakinum kunnu fólk fáa fleiri av teimum sermerktu føroysku rossunum at síggja. Har verður eisini ymiskt annað, sum t.d. ponyríðing og søla av kaffi og køkum. Tiltakið verður hildið á trøðni hjá Elin og Hjalta í Jákupsstovu við Velbastaðvegin, í Havnadali.
Øll eru vælkomin!
Í dag hava vit frætt at hesturin Faksi, sum var 27 ára gamal er deyður. Hann var so gamal og bleiv bara meira og meira ússaligur og at enda orkaði hann ikki at liva meira. Tað var í vár at tað hendi. Tú kanst lesa meira um Faksa við at trýsta her.
Vit hava eisini frætt at fyrradagin, 18. juli, folaði Disa3. Tað bleiv eitt myrkt ryssufyl. Tú kanst lesa meira um tað her.
2. til 6. juni 2008 var Søren Ryge í Føroyum og tók ein film upp, um tað føroyska rossið.
Endamáli við filminum er at vekja meira áhuga fyri tí føroyska rossinum og fortelja teimum, ið ikki kenna tað, um rossið.
Høvusevnið í filminum er ferðin hjá Sáru, tá hon varð flogin út til Stóru Dímun við tyrluni.
Vit vilja takka DR fyri allan stuðulin við filminum.
Filmurin varð vístur á DR1 18. juni kl. 19:00, og verður endursendur 23. juni, kl. 12:30 og 24. juni, kl. 10:00, føroyska tíð.
Tú kanst eisini síggja filmin á netinum við at trýsta her.
Nú hava vit frætt at Álvan2 hevur folað. Tað bleiv eitt reytt hestfyl, og tað varð folað einaferð mitt í mai.
Mamman og fylið ganga í Djúpadali(sum er á Sandoynni), saman við Rólvi3, sum er pápi at fylinum.
Tú kanst lesa meira um fylið og síggja fleiri myndir við at trýsta her ella fara inná "Skrásett ross".
Í morgun varð tað fyrsta føroyska fylið í 2008 folað. Tað er eitt reytt ryssufyl við stjørnu, sum er undan Brynju og Tambar.
Fylið og mamman standa hjá eigarinum Elin í Jákupstovu í Havnadali.
Trýst her um tú vilt síggja fleri myndir av fylinum.
Sjálvt um níggju ryssur vóru hjá greðingi síðsta summar, so vænta vit bara at tvær aðrar ryssur folað í ár.
Tað eru Álvan, sum stendur í Djúpadali á Sandoynni saman við Rólvur, og Disa, sum stendur í haganum í Hvalba saman við Víkingi.
Í dag hava vit frætt at ryssufylið Embla, er burturblivin.
Tað varð tann 26. desember at eigarnir, sum skuldu fara at hyggja til rossini, uppidagaðu at hon var vekk.
Hon hevur gingið í haganum í Hvalba, saman við fleiri øðrum rossum, síðani hon varð folað. Men so knappliga hendan dagin var hon har ikki meira.
Nú tá tað eru gingnir fleiri mánaðir síðani hon bleiv burtur, er ikki serliga stórur møguleiki fyri at hon kemur afturíaftur. So tað eru tíverri stórstu líkindi til, at hon er farin fyri bakka.
Hon varð knapp 6 mánaðir tá hon bleiv burtur.
Trýst her fyri at síggja fleiri myndir og upplýsingar um Emblu.
Í dag var djóralæknin og kannaði um ryssan Blanka, sum hevur staðið saman við greðinginum Ljósa, var kviðin. Har var tíverri onki fyl.
Seinast Blanka folaði var í 2003. Síðani tá hevur hon staði saman við greðingi hvørt ár, men onki fyl er komi. Vit vita ikki heilt hví hon ikki far fleiri fyl. Møguliga er tað tí hon er við at gerast gomul nú.
Vit eru nú byrjaðar uppá ein lista, yvir øllum teimum deyðu føroysku rossunum. Um tú vilt síggja hann, kanst tú trýsta her.
Tað bleiv í dag kannað, um tríggjar ryssur, Brynja, Sára og Eydna, vóru kviðnar. Brynja er kviðin, Sára er ikki og tað lat heldur ikki til, at Eydna var. Tó er tað ikki vist, at Eydna ikki er kviðin, tí at teir 2 mánaðarnir, sum skulu ganga frá, at ryssan kann vera kviðin, eru ikki liðnir, fyrr enn 6. januar. Tá fer tað at vera 8 vikur síðani, at hon og Tóki blivu skild, so tá verður hon aftur kannað.
Eisini er ein nýggj síða gjørd, sum eitur lýsing.
Sambands-síðan er nú tøk. Har kunnu tit vitjarar senda ein teldupost til okkum, ið hava síðuna.
Nýggj gestabók, so tit vitjarar, kunnu skriva tað tit hava hug til. Henda gestabókin er bert fyribyls - ein onnur er á veg, sum ongar reklamur eru í.
Tað eru nú komin fimm fyl tilsamans í summar. Trý hestfyl og tvey ryssufyl. Fyrsta hestfylið er Gráfaksi2, sum er undan Skakku og Gráfaksa1 og bleiv folað 17. mai. Annað fylið er hestfylið Brúsi2, sum er undan Álvuni2 og Rólva3 og bleiv folað 21. juni. Seinasta hestfylið, Líggjas, er undan Snarku og Gráfaksa1 og bleiv folað mitt í juni. Eina ryssufylið eitur Embla, og er undan Disu3 og Víkingi. Tað bleiv folað 5. juli. Hitt ryssufylið, sum eitur Gina2, er undan Lyngheiðu og Tambar. Tað bleiv folað 22. august.
Um tú vilt síggja fleiri myndir av øllum fylunum, kanst tú trýsta her.
Fleiri myndir av rossunum, kunnu síggjast inni á "Skrásett ross".